Sangur hjá føroyingum hittar á TikTok

Sangur, sum føroyingar hava skrivað, er brúktur í 600.000 videobrotum

Sangurin »Better In Stereo« varð gjørdur til Disney-røðina Liv & Maddie

Sangurin »Better In Stereo« varð gjørdur til Disney-røðina Liv & Maddie

Sangurin «Better In Stereo«, sum føroyska sangskrivaratoymið Baroli Music hevur skrivað, er vorðið viralt hitt á heimskendu appini TikTok.

Á TikTok gera fólk smá videobrot – ofta við kendum tónleiki – sum síðani verða deild. Vanligt er, at somu sangbrot verða brúkt umaftur og umaftur, og tað er ikki altíð lætt at rokna út, hvørjir sangir verða heitir á TikTok. Tað kunnu vera nýggir og vælumtóktir sangir, men tað kunnu eisini vera eldri sangir, sum knappliga fáa nýtt lív.

Seinastu mánaðirnar eru fleiri enn 600.000 videobrot gjørd við sanginum »Better in Stereo«, og framvegis koma eini 6000 nýggj videobrot út um dagin. Best umtókta videobrotið við sanginum er víst umleið 70 milliónir ferðir. Samanlagt hevur sangurin nú meira enn hálva milliard spælingar.

»Better In Stereo« varð upprunaliga skrivaður til Disney sjónvarpsrøðina »Liv and Maddie«, og hann kom fram fyri umleið sjey árum síðani. Sangskrivararnir í Baroli Music eru Bárður Háberg og Óli Jógvansson. Teir hava skrivað nógvar sangir til altjóða marknaðin.

Her kanst tú síggja upprunaútgávuna av sanginum »Better In Stereo«:

##med2##

Sangurin »Better In Stereo« varð gjørdur til Disney-røðina Liv & Maddie

Dove Cameron - Better in Stereo (from "Liv and Maddie") (Official Video)