Vártekin

Træskip riggaði til.

Í løtuni standa M/S Thorshavn og sluppin Johanna TG326 á beding á Skipasmiðjuni í Vági.

 

Hetta er árlig sjón, og eitt tekin um vár. Skipini skulu gerast klár til summarið.

 

Felags fyri hesi træskipini er, at á vetri er ikki nógv sigling, men tá summarið er, er eittnú sigling við ferðafólki á skránni.

 

Á summarskránni í ár hjá sluppini Johonnu er eittnú túrur til Danmarkar. Hetta er í samband við, at Merkið í ár er 100 ár, og t.d. verður hald Á Garði, á Regensen, í Keypmannahavn, har føroyskir studentar á fyrsta sinni flaggaðu við Merkinum.

 

Rættiliga fast er eisini, at Johanna ger onkran túr til eittnú Hetlands ella Íslands, og hóast onki er fastlagt, so eru eisini í ár ætlanir um onkran slíkan túr.