SAS: Eingin flúgving á Føroyarutuni í morgin

Verkfallið hjá flogskiparunum kann vara alt vikuskiftið

Mynd: Vága Floghavn

Mynd: Vága Floghavn

Ósemjan millum flogskipararnar hjá SAS og skandinaviska flogfelagið heldur fram, og boðar SAS í kvøld frá, at teir avlýsa fleiri fráferðir í morgin. Harímillum er eisini Føroyarutan.

Á heimasíðuni hjá Vága Floghavn verður upplýst, at SAS-flogfarið, ið eftir ætlan skuldi lenda klokkan 18 í morgin og fara avstað aftur úr Vágum klokkan 18.50, er avlýst.

Meðan talan einans er um eina fráferð, ið er avlýst í Føroyum, so stendur verri til aðrastaðni. Sambært Danmark Radio er fleiri enn 100 fráferðir avlýstar í svenska flogvøllinum Arlanda og í minsta lagi 49 fráferðir í Kastrup.

Óvist er enn, um fleiri avlýsingar verða gjørdar sunnudagin, men við Danmark Radio sigur Henrik Thyregod, ið er næstformaður í Dansk Pilotforening, at partarnir eru langt frá hvørjum øðrum.

Mett verður at 34.000 ferðafólk verða rakt av avlýsingum hjá SAS í morgin.  

Mynd: Vága Floghavn