SAS flogfar mátti trygdarlenda í Ålborg

Flogfarið, sum var á veg úr Billund til Oslo, fekk trupulleikar við einum generatori.

Myndin, sum er tikin í Ålborg Lufthavn, er tilvildarlig.

Myndin, sum er tikin í Ålborg Lufthavn, er tilvildarlig.

 

Eitt SAS-flogfar, sum var á veg úr Billund í Danmark til Oslo í Noregi, fekk tekniskar trupulleikar, meðan tað var á flogi og noyddist tískil at trygdarlenda á flogvøllinum í Ålborg.

- Ein ódramatisk trygdarlending hevur verið í Ålborg Lufthavn, tí eitt flogfar fekk trupulleikar við einum generatori, sigur Knut Morten Johansen, talsmaður hjá SAS, við norsku heimasíðuna, VG.

Í flogfarinum vóru 24 ferðafólk, og manningin taldi fýra. - Ferðafólkini fáa okkurt leskandi á flogvøllinum og fáa síðan nýggjan flutning heim til Oslo. Vit harmast hendingina, men tryggleikin kemur í fyrstu røð, sigur talsmaðurin.

Myndin, sum er tikin í Ålborg Lufthavn, er tilvildarlig.