Saudiarabia peikar á Iran

Gevur grannanum skyldina fyri eitt hernaðarlig álop á tvey oljuverk

Talsmaðurin fyri saudiarabiska verjumálaráðið Turki al-Malki. Mynd: Ritzau/Scanpix

Talsmaðurin fyri saudiarabiska verjumálaráðið Turki al-Malki. Mynd: Ritzau/Scanpix

Ein talsmaður fyri saudiarabiska verjumálaráðið, Turki al-Malki, hevur í dag lagt fram leivdirnar av dronum og rakettum, sum próvførslu fyri, at tað var Iran, ið skipaði fyri álopinum á tvey oljuverk í Saudiarabia um vikuskiftið. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

##med2##
Mynd: Ritzau/Scanpix

Houthi uppreistrarfólkini í Jemen, ið eru stuðlað av Iran, hava tikið ábyrgdina fyri álopið, men sambært verjumálaráðnum vórðu 18 dronur og 7 rakettir brúktar í álopinum, og koma tær úr eini ætt, ið útilokar Jemen sum álopsstað. Harumframt metir talsmaðurin fyri verjumálaráðið, at uppreistrarfólkini ikki hava tøknini til at fremja eitt slíkt álop.

Iran hevur hinvegin avvíst allar ákærur og hevur ávarað, at tað fær avleiðingar, um Saudiarabia ella ein av teirra sameindu loypa á Iran.

##med3##


Nýggju prógvini hjá Saudiarabia eru løgd fram í kjalarvørrinum av, at USA hevur ákært Iran fyri at hava staðið fyri álopunum, og skýrt tað fyri eina krígsgerð.

Tað var tíðliga leygarmorgun, at eitt oljuverk í Abqaiq og eitt í Khurais blivu rakt av rakettum.

Talsmaðurin fyri saudiarabiska verjumálaráðið Turki al-Malki. Mynd: Ritzau/Scanpix