Savnsfagnaður í Suðuroy

Í ár er upplagt at halda heystfrítíð í Suðuroynni. Sum nakað nýtt í Suðuroy, verður savnsfagnaður á skrá hesa vikuna. Nakað, sum sermerkir flestu bygdirnar í Suðuroynni er tað, at flest allar hava eitt savn av onkrum slag. Í døgunum 17. – 20. oktobur fara nærum øll hesi at hava opið. 

Umframt at møguleiki er at vitja søvnini, hava tit eisini møguleikan at verða við í einum lutakastið um eitt gávubræv frá Atlantic Airways, áljóðandi 2000 kr. Tað verður gjørt á tann hátt, at fyri hvørt savnið tit vitja, kunnu tit skriva navn og telefonnummar á ein seðil, og á henda hátt verða við í lutakastinum. Jú fleiri søvn tit vitja, jú betri er vinnaramøguleikin.

Savnsfagnaðurin byrjar hósdagin 17. oktobur í Sandvík. Hóast ein tann minsta bygdin í Suðuroynni, er sera nógv søguligt og spennandi at síggja í Sandvík. Frá kl. 13.00-18.00 verður møguligt at vitja gamla skúlan, kirkjuna, gamla bóndagarðin, neystið við gamla bátinum Norðlýsið og húsið hjá Jógvan hjá Heina, ið er eitt hitt elsta í bygdini. Hetta er avgjørt eina vitjan vert. Eisini verður møguligt at keypa sær te/kaffi og okkurt gott afturvið, í gamla skúlanum. 

Frá fríggjadegnum til sunnudag fer savnsfagnaðurin at fevna um restina av oynni. Søvnini, ið luttaka, eru hesi: 

Tvøroyrar Bygda- og sjóvinnusavn - Tvøroyri

Pakkhús 5 – Tvøroyri (einans opið leygardag)

Tvøroyrar skjalasavn (fríggjadag frá 10.00-15.00)

Gallarí Oyggin og café Art - Tvøroyri

Hvalbiar bygdasavn (gamli skúlin) – Hvalba

Savnið á Mýri – Hov

Porkeris bygdasavn – Porkeri

Ruth Smith savnið – Vágur

Sluppsavnið í Vági – Vágur

Nýggju hølini hjá Fuglasavninum í Sumba, Akrabergsvegur 5 – Sumba

 

Fríggjadagin verður eisini møguligt at vitja Tvøroyrar skjalasavn, ið verður opið frá 10.00-15.00, og har hevur ein eisini møguleikan at vera við í lutakastinum um gávubrævið. Hvønn tíma, tvs. kl. 12.00, kl. 13.00 og kl. 14.00, verða rundtúrar gjørdir á savninum, við frásøgumanni. Leygardagin er eisini møguligt at vitja Pakkhús 5 á Tvøroyri, ið er savnið um Thomsen familjuna á Tvøroyri. Eisini verður leygardagin kl. 16.00 spennandi fyrilestur á Ruth Smith savninum um listakvinnuna, umframt at tey bjóða kaffi/te og køkur.