Schengen hegn hevur áður verið í uppskoti til skoytubreyt

Ferðslunevndin hevur kortini einki uppskot fingið frá kommununi

Uttan eitt ítøkiligt uppskot frá umsitingini í Tórshavnar kommunu ber illa til siga, hvørt pláss er fyri bæði skoytubreyt og ferðslu samstundis í Vágsbotni, skuldi skoytubreytin verðið gjørd minni.

Soleiðis sigur Rani Wardum, limur í ferðslunevndini í Tórshavnar kommunu fyri løgregluna, tá in.fo spyr hann um alternativar loysnir til skoytubreytina í Vágsbotni.

Tað hevur áður verið í uppskoti, at eitt hegn, eins og verður nýtt á Schengen økjum, kundi brúkast sum verja millum skoytubreytina og ferðsluna.

Hetta var í uppskoti, tá skoytubreytin var í gamla kommunuskúlagarði, sigur Rani Wardum, men hendan loysnin varð ikki tikin í brúk.

Yvirhøvur er trupulleikin, at ferðsla skal ikki vera har, sum børn og onnur spæla, tí at tað er skjótt, at onkur kann loypa upp um breytagirðingina og út á vegin, har bilarnir koyra, sigur Rani Wardum.

Tá in.fo spyr Rana Wardum, hvørt tað hevði borið til at havt eina skoytubreyt í Vágsbotni, sum var minni enn upprunaligt ætlað, svarar hann, at tað er møguligt, men at tað ber illa til at siga uttan eitt ítøkiligt uppskot frá kommununi at hyggja eftir.

Tað hevur framvegis ikki borið til at fingið eina viðmerking frá kommuni, hvørjar ætlanir eru við skoytubreytini nú, ella hvørja tilgongd farið verður undir at finna nýggja staðseting til skoytubreytina.