Victoria fær sær Vivino

Føroyski Vivino-stovnarin, Heini Zachariassen, var í gjár boðin til tiltak, har svenska krúnprinsessan vitjaði

 

 

 

Í hesum døgum verður norðurlendsk messa hildin í Silicone Valley. Messan nevist “The Nordic and Silicon Valley – From Startup to Success”, og eitt nú fekk kongliga parið møguleika at síggja nakað av tí besta, sum norðurlendsk íverksetan hevur at bjóða amerikanska marknaðinum.

 

Millum tað besta úr Norðanlondum er eisini Vivino, sum er vína-app’in hjá hoyvíkinginum Heina Zachariassen. Heini hevur seinasta hálvaannað árið búð og virkað í San Fransisco, og hann var millum tey innbodnu til messuna. Og tá talan nú var um kongliga vitjan, so var sjálvandi upplagt at fáa eina myndatøku saman við komandi svensku drotningini.

 

Undan vitjanini hevði svenska krúnprinsessan ikki Vivino, men hetta verður eftir øllum at døma broytt nú.

 

- Fyritøkan hjá okkum er donsk, og krúnprinsessan helt tað vera løgið, at Vivino ikki eisini kennir ymsu øl-merkini. Men hon segði seg dáma sera væl vín, og at hon heilt víst fer at brúka Vivino, sigur Heini Zachariassen, tá vit spyrja, hvat komandi drotningin hevði at siga um Vivino.