TIÐINDI     SOSIALURIN

Takið tykkum saman!

Góðan dagin, góðu áhoyrarar og góðan 1. mai



Maud Wang Hansen
----

Eg takki fyri høvið at bera fram mína fyrstu 1. mai-dagsrøðu her á Vaglinum í Havn. Fari at byrja við at bera fram eina yrking um nakað, sum hevur týdning.
Hvaðan kemur ljósið?
Hvaðan kemur ljósið
Tað kemur úr myrkrinum
Hvaðan kemur láturin
Hann kemur úr grátinum
Hvaðan kemur ríkidømi
Tað kemur úr stríðnum
Hvaðan kemur takksemi
Tað kemur frá hjartanum
Hvaðan kemur samanhald
Tað kemur tá tú tekur hond næsta tíns
Og stendur saman við honum.
Árið er 2012, og vit eru um at sleppa verkinum av einum longum verkfalli. Einum stríði móti arbeiðsgevaranum, sum ikki mettu arbeiðsmegina hjá okkara limum nóg virðismikla heldur í ár.
Eg eri ikki sørt errin av at vera ein teirra, ið luturin fall á at røða her í dag. Hvør orsøkin enn er til, at tað var meg, tey heittu á, so snýr tað seg ikki um meg ella hvør eg eri, men hvar eg havi verið. Eg havi ikki lossað á kaiini ella strevast á flakavirki, eg havi ikki lagað nakran varða í føroyska samfelagnum, men eg havi saman við nevndini og 1500 limum í Føroya Pedagogfelag verið í stríði við politisku myndugleikarnar og embætisveldið hjá bæði landið og kommunum í 22 dagar – fyri at vinna betri løn og arbeiðsviðurskifti.
Hví valdu vit at stríðast? Jú, tað var tí at vit kundu ikki fara heim og seta okkum, sum um alt var í lagi; vit hildu, at nú var nokk! Limirnir í Pedagogfelagnum høvdu uppiborið meira og betri enn embætisveldið í glashúsinum í Kvíggjartúni á Argjum vildi lata teimum fyri teirra dagliga arbeiði. Skuldu vit hugsandi hyggja okkum sjálvi ella hvønn annan inn í eyguni aftur, so máttu vit siga, at nú er nokk!
Og tað var ikki sørt av hóttanum, ið komu yvir okkum teir fyrstu fáu tímarnar av okkara stríði. Vit høvdu enn ikki fatan av, hvat tað var fyri stríð, vit fóru í, fyrr enn teldupostar við vælvaldum orðum og paragraffum vórðu send okkum, um alt tað ólógliga, sum vit framdu við at siga nei, nú er nokk! Vit vóru farin í verkfall. Verkfall kann metast við at fara í kríggj, og tó ikki vápnað kríggj, vit fóru í kríggj syngjandi og dansandi við hjørtum í hond. Tó mangan leikaði eisini hart á – ikki nóg hart halda summi – og kanska hava tey rætt.
Vit valdu at stríðast, tí um vit fóru heim, kundu vit ongantíð aftur geva nakra skilagóða frágreiðing um hví vit ótroyttilig gingu í tinginum og rundan um tinghúsið vikurnar til jóla í fjør. Vit kundu ongantíð aftur geva eina frágreiðing um, hví vit skrivaðu greinar og skipaðu fyri kunnandi fundum fyri tykkum og teimum. Vit kundu ongantíð aftur geva eina skilagóða frágreiðing um, hví vit hertóku Vaglið saman við “400 øðrum og 6 sandingum” (hetta var meting løgmans, sum ikki hevði stundir at møta til tiltakið, tí hann sat heima og skrivaði á Facebook, at nú mátti hann antin siga 400 fólkum úr starvi ella selja sín sál fyri framhaldandi at sleppa at vera landsliðsleiðari). Vit kundu ikki fara heim og láta sum einki.
Nú var nokk – vit vóru tileinkisgjørd, hildin fyri gjøldur og niðurgjørd undir drúgvu samráðingunum bæði næstseinast og seinast. Har var eingin vilji til at virða frælsa samráðingarrættin, sum er grundarsteinurin undir fakfelagsrørsluni í dag. Norðurlendski samráðingarhátturin, har tveir partar virða rættin til samráðing um betri viðurskifti fyri tey, sum dagliga selja sína arbeiðsmegi, sum dagliga tæna arbeiðsgevaranum, sum dagliga gera nógv meira enn tey áttu fyri at varðveita sítt tilknýti til arbeiðsgevaran. Norðurlendski samráðingarhátturin er ein viðurkendur samráðingarháttur í øllum Norðurlondum og er virdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og fleiri milliónum arbeiðstakarum, bara ikki í glashúsinum í Kvíggjartúni á Argjum.
Nóg mikið um tað, okkara stríð var júst byrjað, og vit vórðu hótt. Vit settu okkum ikki niður ella fóru til hús, vit hildu á, og vit gjørdust sterkari fyri hvønn einasta dag, sum gekk. Eingin kundu longur hótta okkum, tí vit stóðu saman. Hóast vit stóðu einsamøll, so stóðu vit saman. Vit hava fingið nógvar spurningar um, hví hini ikki gjørdu tað sama; tað kunnu bert tey svara fyri. Vit kundu ikki gera annað, vit høvdu fingið nokk! Og tað kendist gott at stríðast og merkja styrkina hjá okkara limum – og tað kendist gott at uppliva samhuga frá okkara systrum og brøðrum, og tað kendist allarbest, tá vit kendu, at millum fólkið høvdu vit blíðan vind og ongar ákoyringar. Tvørturímóti fingu vit stuðul av alskyns slag, og takk fyri tað, øll tit sum rættu okkum hond so ella so.
At vera í einum stríði í 22 dagar krevur sína kvinnu, og tað krevur sín mann. Vit vistu ikki, hvørjum vit vóru uppi ímóti, og tað skerst ikki burtur, at tað, sum vit høvdu upplivað við samráðingarborðið, var bert ein sjónleikur bílagdur av valdsharrunum handan tjaldið. Ein dýrt goldin sjónleikur. Høvdu leikararnir á Tjóðpallinum fingið so góða løn fyri sínar leikir, so bygdu tey skjótt sítt egna Tjóðleikhús. Um endamálið við leikinum var at týna hugin til fólkaræði og samhaldsfesti og at taka burtur viðurkenningina fyri løntakaranum, arbeiðaranum, tænaranum ella starvsfólkinum, ella um leikurin bert skuldi møða okkum - og tað gjørdi hann sanniliga -, so fekk hann okkum ikki at fara til hús. Vit høvdu fingið nokk, og vit vildu stríðast fyri at vinna aftur virðingina fyri okkum sjálvum.
Sum Ghandi segði um tað at stríðast: “Fyrst láta tey, sum um tey ikki vita av tykkum, síðan flenna tey at tykkum, so fara tey at stríðast ímóti tykkum, tá vinna tit."
(First they ignore you, then they laugh at you, then they fight you, then you win.)
Á fundum saman við samgongulimum bæði undan og aftan á, at samgongan hevði skipað seg, vóru vit nøkur sum søgdu, at “tað tit gera nú, fer at knúsa føroyska samfelagið, og tað fer at knúsa hugin hjá tí einstaka at arbeiða og útbúgva seg”. Onkur fakfelagsleiðari segði: “Verið tit glaðir, fyri at eg eri eitt friðarligt menniskja, tí annars veit eg ikki, hvussu leikur fór fram. Spurningurin er bara hvussu leingi eg fái hildið mínum limum niðri, og skuldi tað hent, at limirnir ikki vilja haldast niðri meira, so tori eg ikki at hugsa um avleiðingarnar”. Hetta var tikið sum ein hóttan, og spurningurin er, um hetta ikki var ein hóttan, ella um nakað veruliga er at óttast fyri.
Fakfelagsstríð og grýtulok.
Einum grýtuloki skal ein halda eyga við og tryggja sær, at tað ikki prutlar so nógv undir lokinum, at tað kókar yvir. Í hesum døgum eru grýtulokini tikin av, og tað kann prutla so galið tað vil, her hendir eingin ólukka. Fólkið svevur, og leiðararnir hava ikki tíð at stríðast, tey eru farin til hús at samla kreftir til eitt komandi stríð. Gud viti nær. Grýtulokini liggja slongd rundan um tinghúsið, til onkur tekur tey uppaftur.
Søgan um, tá 1. mai var viðurkendur sum arbeiðaradagur, er døpur og tung. Tá í 1800-talinum var tað ikki sum her hjá okkum í dag, tá var tað ikki nóg mikið við grýtulokum, karamellublikkum ella pappírsfloytum, tá var vápnað stríð hvønn 1. mai, og fólk vórðu handtikin og lótu lív, og har var veruliga ein orsøk til at óttast fyri, um tað prutlaði ov harðliga undir grýtulokunum.
Her er einki at óttast, her tíma vit nóg illa at møta upp til eitt 1. mai-dagshald, tí kanska verða vit løgd undir at stuðla andstøðuni, um vit vísa okkum her. Tað kann væl vera - men hvør stendur her í dag við rættari pannu og sigur seg stuðla førda politikkinum hjá samgonguni?
Ja, um so er, so fari eg spyrja, hvat fært tú burtur úr tí, sum onnur ikki hava uppiborið? Tey, eg kenni, og tey, eg umboði, tey fáa so einki burturúr. Tey hava mist í ólukkumáta og fara at missa enn meira.
Er tað so, at vit skulu stríðast fyri at vinna virðing. Skulu vit stríðast fyri at fáa viðurkenning fyri okkara avrik. Tørvar okkum viðurkenning fyri okkara stríð, ella er lønin ikki ein staðfesting av, at vit gera eitt gott arbeiði? Hvat fyri løn, spyr kanska onkur?
Tey, sum einki arbeiði hava, halda ivaleyst, at tað at fáa løn, um hon er lítil, er ein viðurkenning í sjálvum sær. Tað skilji eg væl – og tað tyngir mítt hjarta at vita, at so mong eru arbeiðsleys í Føroyum í dag – í hesum tíðum, har tað er nærum ógjørligt at klára seg við einari meðalløn. Hvussu kann ein klára at halda sínar skyldur við arbeiðsloysisstuðli ella almannaveiting sum einastu inntøku?
Kann nakar lata eyguni aftur fyri, at tað sita fólkavald á tingi í dag, sum eru vald at umboða okkum, og sum fáa meira í skattafríum ágóðum enn ein ófaklærdur ella ein arbeiðsleysur fær at liva fyri? Hvussu leingi hava vit ætlað okkum at vera tolin og bíða til betri tíðir – tað koma ikki betri tíðir, uttan at vit stríðast fyri teimum. Tær verða okkum ikki givnar, heldur vera tær tiknar frá okkum hvønn dag, meðan vit tolin líta á og billa okkum inn, at samhaldsfesti vinnur frama millum borgarligu politikararnar. Tey, sum góvu gylt lyfti um eitt betri samfelag fyri øll, bert tey fingu tína atkvøðu. Tey hava borðreitt okkum eitt betri samfelag fyri nøkur fá og eina ófrættakenda stúran um dagin í morgin fyri so mong.
Tó vit hava altíð bankarnar og “Í menniskjum góður tokki” at líta á – ella hava vit nakran at líta á, annan enn okkum sjálvi? Eg ivist – og tí er tað so sera týdningarmikið, at vit vakna úr svøvni og ikki bara lulla og líta á, at tað nokk blívur betri. Lukkutíð hava vit listina at lata okkum eyguni upp. Ella hava vit nakra list, eru kor fyri nakrari list, eg ivist. Í einum og hvørjum samfelag eigur pláss at vera fyri listini, tí um listin doyr, so doyr samfelagið, so doyr málið, og so doyr hugurin at skapa; og um eingin hevur hug at skapa, so er einki.
Tú og eg gera einki einsamøll – vit mugu standa saman, og vit mugu tora at trína fram um okkara egna vakurleika og at missa gekkaskortin eina løtu og líta inn í nakna, ljóta andlitið á veruleikanum.
Borgarligu leigusveinarnir hava stolið tína pensjón, og nú stjala tey eisini tín aldurdóm, og tey taka títt arbeiði frá tær, um tey ikki fáa nóg mikið at gjalda sítt egna gildi við.
Ein fær tað ljótu hugsan, at tey í samgonguni bert hjálpa sær sjálvum og sínum egnu og als ikki leggja lag í Føroya fólk, veljaran og tey, sum her búgva. Tað eru mong, sum ikki bara kunnu rýma ella ferðast fyri at halda gerandisdagin út, ella kunnu keypa sær fínar bilar at koyra langt í ella skúma róman av søta lívinum, meðan samgongan smíðar lógir, sum oysa pening í egnar lummar, har tey fólkavaldu uttan at smæðast rópa ljót orð eftir fakfelagsforkvinnum og -monnum, tá tey rópa varskó! Har sjónvarpsverturin verður háðaður, tá spurningarnir gerast ov naskir og nærgangandi.
At hugsa sær at liva í einum landi, har list einki rúm eigur, har ungdómurin einki rúm eigur, har serkunnleikin einki rúm eigur, har familjan einki rúm eigur, har starvsfólk einki rúm eigur, har fólk við sjúku og breki einki rúm eigur, har eldri og óhjálpin einki rúm eigur, har aldurdómurin einki rúm eigur. Spurningurin er, um tað bert er tann ráðaríki, sum eigur rúm?
Hvat eru Føroyar, tá eingin er eftir at taka á seg ábyrgdina av námsfrøðiliga-, heilsu- og røktararbeiðinum. Tá pensjónistar í størri mun eru farnir á almannahjálp, tá bert tey ríku sleppa til heilsuviðgerð, tá bert tey ríku kunnu keypa sær pláss á ellis- og røktarheimum, tá bert børnini hjá teim ríku sleppa at ganga á dagstovnum og í skúlum við góðum normeringum, tá bert tey ríku eru millum tey fólkavaldu, og tey eins og nú áseta síni egnu lønar- og pensjónsviðurskifti. Hvat eru Føroyar, tá bert fáir menn eiga alt ríkidømið og ráða yvir øllum loyvum og rættindum, bæði á landi og sjógvi. Hvat eru Føroyar, um tær ikki eru fyri fjøldina og fólkið, ið her býr?
Takið tykkum saman!
Takk fyri!

1. Mai 2012