Bára skal venja U15

Bára Skaale Klakstein er nýggjur høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum

Mynd: (FSF)

Mynd: (FSF)

Føroyska U15-landsliðið við gentum hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara. Talan er um Báru Skaale Klakstein, ið avloysir Svenn Olsen. Samstundis er avtala gjørd við Pól Helga Jacobsen, sum heldur fram sum hjálparvenjari.

 

Í fjør luttóku U15-genturnar fyri fyrstu ferð í altjóða kapping, tá liðið var við í Brøndby Cup í Danmark, og endin varð, at føroysku genturnar vunnu kappingina.

 

FSF hevur kortini avgjørt, at U15-genturnar ikki fara til Brøndby Cup í ár, men í staðin verður fari til Riga í Lettlandi at taka lut í Baltic Cup 2016, sum verður frá 4. til 8. august. Mótstøðuliðini vera Estland, Lettland og Litava.