Sea Shepherd gevur barnabók út um grindadráp í Føroyum

Málið er at kunna fólk um føroyska grindadrápið

Nú er ein nýggj barnabók komin út um grindadráp, sum allarhelst er at rokna sum ein propagandabók. Bókin hevur fingið navnið “Grindadráp”, og er gjørd í samstarvi við Sea Shepherd. Tað eru teir báðir listamenninir Geert Vons úr Hollandi og Roger Olmos úr Spanien, sum hava myndprýtt og skrivað bókina.

Bókin snýr seg um grindadráp og um málið hjá Sea Shepherd at fáa enda á hesum. Sea Shepherd manningin vitjar í Føroyum, og føroyska náttúran verður lýst sum vøkur og bergtakandi. Men meðan Sea Shepherd er har, verður grind, og so tekur søgan støði í hesum. Bókin hevur 48 síður.

Endamálið við bókini er, at hon skal vera ein vitnisburður um, hvat fer fram í Føroyum, verður sagt. Hetta er ein av fleiri bókum, sum Sea Shepherd ger um mál, sum liggur hesum felagsskapinum nær at hjarta.

Her ber til at síggja nakrar av myndunum frá bókini:

##med2##

GRINDADRÁP by Geert Vons and Roger Olmos