Sea Shepherd leggur nú beinleiðis eftir ferðafólkum Føroyum

– Tey royna at fáa tey at brúka sum minst av pengum í Føroyum

Sea Shepherd fer nú at venda sær beinleiðis til ferðafólk, sum eru í Føroyum. Tað vísir felagsskapurin á í eini fráboðan nú um dagarnar.

Tey siga, at umboð fyri Sea Shepherd eru í Føroyum og tey fara at venda sær til ferðafólk beinleiðs fyri at fortelja teimum um grindadráp, og fyri at eggja teimum til at leggja so lítið eftir seg av pengum í Føroyum, sum til ber, fyri at mótmæla grindadráp.

Hetta umfatar eisini tey ferðafólk, sum koma higar við teimum stóru ferðafólkaskipunum, siga tey.

Samstundis hava tey eisini vent sær til tey ferðavinnufelag, sum reka ferðafólkaskipini, sum koma til Føroyar. Tey siga, at tey hava vent sær til 16 feløg við ferðafólkaskipum, sum sigla upp á Føroyar og hava heitt á tey um at sleppa øllum ætlanum um at sigla til Føroya við ferðafólki til føroyingar eru givnir at drepa grind.

Tey siga, at tey hava vent sær til hesi feløg: Cruise & Maritime Voyages, Hurtigruten, Viking Ocean Cruises, Silversea, P&O Cruises, Princess Cruises, Holland America Line, Fred Olsen Cruise Lines, Phoenix Reisen, Regent Seven Seas Cruises, Pullmantur, Seabourn, Nicko Cruises, Voyages to Antiquity, Oceania Cruises and Windstar Cruises.

Men umframt at Sea Shepherd vil hava feløgini at boykotta Føroyar, vilja tey eisini hava feløgini at vart við seg alment, og at krevja at føroyingar gevast at drepa grind.

Samstundis sigur Sea Shepherd, at teirra fólk eru til reiðar at taka grindadráp upp á video og á myndir at vísa umheiminum.