Gert illa skaddur

Verjuspælarin hjá AB fór illa, tá hann bleiv skaddur í dystinum móti Skála

Mynd: (www.ab.fo) Gert Drangastein

Mynd: (www.ab.fo) Gert Drangastein

Gert Drangastein bleiv sunnudagin borin av vøllinum, eftir at hann rendi saman við Skála spælara í seinna hálvleiki. Eg er ikki heilt greitt hvussu álvarsligt tað er, men Gert spælir ikki fyribils.

 

- Tað stendur ikki serliga væl til. Sum nú er fái eg slett ikki flutt fótin, men eg fái nøkunlunda staðið stillur á tveimum beinum. Læknarnir siga, at eg skal brúka høkjur fyrstu dagarnir til tað blívur betri, sigur Gert Drangastein, sum spældi á vinstra bakki hjá AB.

 

Enn er fóturin somikið hovin, at tað er torført at siga júst hvat er gali, men talan er ikki um brot.

 

- Eg fór beinleiðis í rønkuna eftir hendingina. Har sóu tey heldigvís ikki nakað brot. Tey kunnu ikki síggja annað enn um tað er brotið ella ikki, greiðir Gert frá.

 

Gert hevur eisini verið til physioterapeut, men fóturin er ov hovin til at staðfesta hvat er gali.

 

-       Hann segði at av tí at fóturin var so hovin, so kundi hann ikki føla og síggja hvat tað akkurát var. Skaðin er í einum keðiligum staði, at tað kann vera nógv ymisk ting. Men hann sá, at eg eri blivin traðkaður niður á fótin, og so havi eg beklað á tann hátt, sigur 19 ára gamli Gert Drangastein.

 

Nú liggur Gert við fótinum hægst og ísi á, so hevingin ikki stendur við. Í morgin verður aftur gjørd ein roynd at finna útav, hvussu skaddur Gert er.

 

Dysturin millum AB og Skála endaði við javnleiki 1-1.