Ákærdi maðurin bílegði leðurgassa og hondjørn

Maðurin, sum er ákærdur fyri fýra drápsroyndir, hevði bílagt ein ólógligan leðurgassa og eitt sett av hondjørnum seks dagar frammanundan hendingina

Seks dagar undan hendingini á Norðdepli, har fýra fólk vórðu so illa stungin, at tey vóru í lívsvanda, hevði maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroyndir av teimum fýra, bílagt ein ólógligan leðurgassa á 28,5 cm og eitt sett av hondjørnum úr USA.

Hann fekk aldrin vøruna, tí pakkin varð seðgaður av TAKS og maðurin er ákærdur fyri at royna at innflyta ólógligt vápn.

Pakkin var bílagdur frá heimaadressuni hjá unga manninum, men skuldi avleverast á eina aðra adressu, vísti ákærin á í framløguni.

Hon legði eisni dent á, at bíleggingin fór fram nakrar fáar dagar frammanundan tilburðinum í Norðdepli.