Sea Shepherd stroymir beinleiðis frá drápinum

Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd hevur verið á plettinum í dag og hava stroymað beinleiðis frá grindadrápinum á Streymnesi.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at limir hjá Sea Shepherd stroymað beinleiðis frá einum drápi.

Um 13.000 brúkarar á Facebook hava sæð upprunastroymin frá drápinum, og í løtuni eru um 150, sum fylgja við stroymingini frá arbeiðinum at fáa hvalirnar upp á turt. At síggja til hevur upptøkufólkið sløkt fyri stroymingini eftir drápið, og er síðani byrjað av nýggjum seinni.

Tað er á Facebook síðuni Sea Shepherd Faroe Islands Campaign, at drápið verður stroymað, og upptøkufólkið hevur verið einar fýra til fimm metrar frá drápinum.