Sea Shepherd: Vit koma aftur til Føroya næsta ár

Sea Shepherd ætlar at vera í Føroyum líka leingi næsta ár sum vit hava verið í ár

- Ætlanin er avgjørt at koma aftur til Føroya næsta ár.

Tað staðfestir Lamya Essemlali, sum stendur á odda fyri bátsmanningunum hjá Sea Sheperd í átakinum ímóti grindadrápi í ár.

- Herferðin ímóti grindadrápi í Føroyum er ein framhaldssøga, leggur hon afturat

 

Lamya Essemlali sigur, at enn er tíðliga at siga, hvussu átakið næsta ár verður skipað, men eftir hennara meting eiga onkrar broytingar at vera gjørdar í átakinum næsta ár.

- Vit hava fingið nakrar royndir í ár og tær taka vit við okkum til átakið næsta ár

- Eg haldi, at tað er betri at hava færri fólk, sum kunnu vera longri í Føroyum, fyri at lætta um flutningin aftur og fram, sigur hon.

- Eftir mínum tykki hevði tað eisini verið betri at havt fleiri fólk við í átakinum sum kenna til føroysk viðurskifti og sum kenna til mannagongdirnar og taktikkin hjá okkum, leggur hon aftuat.

 

Sjálv vónar Lamya Essemlali at tað eydnast henni at koma aftur.

- Eg vóni at vit kunnu fáa føroyingar at halda upp at at drepa grind. Men eg veit eisini, at tað verður ikki frá degi til dags og at vit fáa føroyingar at taka boðskap okkara til eftirtektar.

 

- Tað krevur eina brindleggjandi broyting í føroyska samfelagnum og tað tekur sína tíð, so tað kann taka 5-10 ella 15 ár at gea enda á grindadrápinum, sigur Lamya Essemlali.