Tað tekur tíð at sleipa hvalirnar av sandinum og yvir á bryggjuna. Myndin er tikin á Sandi fyri lítlari løtu síðan.

Seðlarnir koma út klokkan 07

- Grindin verður býtt millum bátarnar, sum luttaka og til fólkið í allari sýsluni, sigur sýslumaðurin.

 

 

Tað tekur tíð at sleipa hvalirnar av sandinum og yvir á bryggjuna. Myndin er tikin á Sandi fyri lítlari løtu síðan.

 

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at enn hevur hann ikki neyva talið, men hann heldur, at umleið 180 hvalir løgdu beinini í grindini á Sandi seinnapartin í dag. 

Í løtuni eru fólk í holt við at fáa hvalirnar av sandinum og yvir á bryggjuna. Sett verður fast á hvalirnar, sum verða sleipaðir út eftir vánni og hivaðir upp á bryggjuna Úti í Støð.

Sýslumaðurin veit at siga, at grindin verður býtt millum luttakandi bátarnar og fólkið í allari sýsluni, sum umframt Sandoynna eisini fevnir um Skúvoy og Stóru Dímun.

- Avgjørt er, at seðlarnir koma út klokkan 07 í morgin, leggur Finnbogi Midjord aftrat.

 

 

Tað tekur tíð at sleipa hvalirnar av sandinum og yvir á bryggjuna. Myndin er tikin á Sandi fyri lítlari løtu síðan.