Seinasta byggistig skal nú fremjast

Talan er um eitt høli, ið kemur at verða undir hálvtakinum við inngongdina til mentarhøllina.

Nú skal seinasta byggistig í samband við mentanarhøllina á Eiði fremjast. Mynd: Sigmar Mørkøre.

Nú skal seinasta byggistig í samband við mentanarhøllina á Eiði fremjast. Mynd: Sigmar Mørkøre.

Eiðis kommuna samtykti í fíggjarætlanini fyri 2019 at seta pening av til at gera seinasta byggistig í samband við mentanarhøllina á Eiði.

 

- Talan er um eitt høli, ið kemur at verða undir hálvtakinum við inngongdina til mentarhøllina. Hølið verður eitt sokallað forhøli til mentanarhøllina.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at eisini wc-viðurskiftini verða munandi bøtt. Gomlu wc-ini undir hálvtakinum skulu gerast av nýggjum, og hesi verða atkomilig frá hølinum sum skal byggjast.