Seinasta samgonga hevur skyldina av at pengar mangla í

Limir í fíggjarnevndini átala undanfarnu samgongu harðliga

Strandferðslan fekk ikki eykajáttan - men slapp heldur ikki at seta sparingar í verk

Strandferðslan fekk ikki eykajáttan - men slapp heldur ikki at seta sparingar í verk

Undanfarna samgonga hevur skyldina av, at tað nú verður neyðugt at játta meiri pengar til ymisk endamál.

Tað siga tey fýra tingfólkini, Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Brandur Sandoy og Bill Justinussen, sum umboða samgonguna í Fíggjarnevndini.

Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá landsstýrinum um at játta meiri pengar til ymisk endamál.

Umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini, taka ikki undir við at játta 1,5 milliónir til at flyta Mentamálaráðið, nú Mentamálaráðið og Utaanríkismálaráðið, eru løgd saman.

Annars er ætlanin at játta 21 milliónir til Hvalbiartunnilin, so stígur ikki kemur í arbeiðið, men so at tunnilin ístaðin verður liðugur fyrr enn ætlað.

Somuleiðis er ætlanin at játta 21 milliónir til H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, tí tað hevur stóran týdning, at bygningurin verður innilokaður sum skjótast.

Og meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við at hesin peningurin verður játtaður.

Men annars vísa tey á, at nógv av pengunum, sum nú má játtast afturat, eru lógarbundnar útreiðslur, sum landskassin hevur skyldu at gjalda.

– At játtanin nú vísir seg at vera ov lítil, er tí at undanfarna samgonga, í fleiri førum, lækkaði upphæddirnar, sum landsstýrið vildi hava Løgtingið at á heysti í fjør, siga tey.

Eitt dømi um tað, er at tað nú verður neyðugt at játta Strandferðsluni góðar 2,6 milliónir afturat.

Meirilutin sigur, at orsøkin til tað, er, at undanfarna landsstýri vildi ikki útvegað Strandferðsluni eina eykajáttan. Men landsstýrið vildi heldur ikki loyva Strandferðsluni at seta neyðugu sparingarnar í verk, sigur meirilutin.

Umboðini fyri andstøðuna eru ikki samd í hesum, meiri um tað seinni.

Strandferðslan fekk ikki eykajáttan - men slapp heldur ikki at seta sparingar í verk