Seinastu sms-boðini, sum Anne-Elisabeth Hagen yvirhøvur sendi, áðrenn hon hvarv, eru eitt týðandi spor hjá norsku løgregluni. Mynd: Privat.

Seinastu sms-boðini hjá Anne-Elisabeth

Í sínum seinastu sms-boðum avlýsti norska ríkmanskonan sambært VG ein smáttutúr, sum maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, sigur, at tey ætlaðu sær henda dagin, hon hvarv.

 

Seinastu sms-boðini, sum Anne-Elisabeth Hagen yvirhøvur sendi, áðrenn hon hvarv, eru eitt týðandi spor hjá norsku løgregluni. Mynd: Privat.

 

Í málinum um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, hevur VG nú reist spurningin, hvussu vist tað nú er, at hjúnini høvdu ætlanir um at fara í smáttuna í Kvitfjell sama dag, sum konan hvarv. Maðurin og miljarderurin, Tom Hagen, hevur sagt, at hann fleiri ferðir ringdi til konu sína henda morgunin, tí tey bæði høvdu ætlanir um at fara ein túr í smáttuna, og ymiskt var, sum tey skuldu snakka nærri um henda morgunin, tá hann var komin til arbeiðis. Ein spurningur var, um tey skuldu koyra saman - ella hvør sær.

Nú veit VG at siga, at seinastu sms-boðini, sum Anne-Elisabeth Hagen yvirhøvur sendi, áðrenn hon hvarv, eru eitt týðandi spor hjá norsku løgregluni. Sms'ið varð sent til onkran í familjuni bert nakrar fáar minuttir, áðrenn hon var í síni seinastu samrøðu í telefonini yvirhøvur. Hóast Tom Hagen skal hava sagt, at tey høvdu ætlanir um at fara í smáttuna henda dagin, benda nevndu sms-boð hjá Anne-Elisabeth Hagen á, at tey ikki ætlaðu sær til Kvitfjell henda dagin.

Sum skilst á VG, hevur norska løgreglan brúkt nógv tíð upp á henda spurning í sínum kanningararbeiði og avhoyringum. Nevndu sms-boð vórðu send henda morgun klokkan 09.10. Í boðunum stendur sambært VG, at túrurin í smáttuna í Kvitfjell henda dagin er avlýstur, og tískil segði Anne-Elisabeth Hagen seg kunna gera eina ávísa tænastu fyri tann, sum fekk sms-boðini henda morgunin.

Sjálvur skal Tom Hagen í avhoyringum hava sagt, at hann skuldi ringja til Anne-Elisabeth Hagen ein tíma eftir, at hann var komin til arbeiðis. Her skuldu tey bæði finna út av nøkrum tingum, sum tey ikki høvdu avtalað, tá morgunin kom, og arbeiðsdagurin hjá miljarderinum byrjaði. Tom Hagen hevur eisini sagt, at hann skuldi á ein fund í Lillehammer, sum liggur skamt við, dagin eftir, nevniliga hin 1. november klokkan 11.

Tað hevur tískil verið ógreitt, um hjúnini yvirhøvur skuldu í smáttuna í Kvitfjell mikudagin hin 31. oktober - ella hósdagin hin 1. november. Drápsskuldsetti miljarderurin kom til arbeiðis á arbeiðsplássi sínum millum klokkan 09.10-09.14 um morgunin, og seinasta lívstekin til Anne-Elisabeth Hagen er júst henda sama morgun klokkan 09.14, tá hon tosar í einar tveir minuttir í telefon við onkan í familjuni. 

Sambært telefonupplýsingum, sum norska løgreglan hevur fingið hendur á, ringir Tom Hagen til konu sína klokkan 10.06 og 10.07 við sínari gomlu Nokia-telefon, men hesi bæði uppkallini fann løgreglan ikki á telefonini hjá Tom Hagen. Tískil metir løgreglan, at hesi uppkall kunnu vera slettað av telefonini. Men, her hevur verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, sagt, at kunnleikin hjá Tom Hagen til telefonina er so mikið lítil, at hann neyvan hevur slettað nakað uppkall úr telefonini.

Fleiri ferðir henda morgunin ringir Tom Hagen til konu sína, men fær einki svar. Sambært starvsfelaga á arbeiðsplássi sínum gerst hann órógvaður um konu sína, tá hon ikki svarar, og klokkan 13.30 koyrir hann heim til hús. Sjálvur skal Tom Hagen hava greitt løgregluni frá, at tá hann kom heim, var konan horvin, og tað var tá, at hann fann hóttanarbrævið við kravi um loysigjald á níggju miljónir evrur, sum hugsandi ránarar av konu hansara kravdu í loysigjaldi.

Umleið ein hálvan tíma eftir, at hann er komin til tómt hús, setir hann seg í samband við løgregluna, tó at hóttanarbrævið leggur upp til, at hann ikki skal blanda løgregluna upp í málið. Hóttanin snýr seg eisini um, at blandar hann løgregluna upp í málið, eru lívið hjá konu hansara í vanda. Tað, sum síðan hendir, er, at norska løgeglan kannar málið í loyndum í 10 vikur, áðrenn almenningurin yvirhøvur fær nakað av vita um, hvat er hent við Anne-Elisabeth Hagen.

##med2##

Seinastu sms-boðini, sum Anne-Elisabeth Hagen yvirhøvur sendi, áðrenn hon hvarv, eru eitt týðandi spor hjá norsku løgregluni. Mynd: Privat.

Miljarderurin, Tom Hagen, sum nú er skuldsettur fyri dráp.