Seinkingin av Skansabryggjuni trýstir

- Vit eru trýst, tí vit hava lovað at levera eina havn, sigur Bogi Andreasen, formaðurin í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Bogi Andreasen, vinnunevndarformaður og Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri.

Bogi Andreasen, vinnunevndarformaður og Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri.

 

Bogi Andreasen, sum er formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur seg vóna, at málið um Skansabryggjuna skjótt verður loyst, soleiðis at ein nýggj tíðarætlan kann leggjast fyri, nær nýggja bryggjan og havnalagið alt kann fáast liðugt og avhendast.

- Vit eru trýst, tí vit hava lovað at levera eina havn. Eimskip kemur við nýggjum skipum, sum stinga djúpt og kunnu ikki leggja at innan fyri molan í Havn, og Smyril Line og Faroe Ship skulu byggja út.

Formaðurin í vinnunevndini sigur, at alt verður forskotið, nú bíðað verður eftir, hvørja støðu Betri Trygging kemur til í spurninginum um tær umvælingar, sum skulu gerast.

Tað var í 2016, at Tórshavnar býráð samtykti at játta 465 miljónir krónur til víðkan av Skansabryggjuni og til eystara havnaøkið, men samlaða verkætlanin verður nakað dýrari enn tað, harav parturin hjá J&K Petersen, sum ger arbeiðið, sambært sáttmálanum verður 413 miljónir krónur.

Ymiskar orsøkir eru til, at kostnaðarætlanin ikki hevur hildið til fulnar, og ein av orsøkunum er, at grótið, sum er sprongt á Glyvursnesi og er ført heim í grótbátum, er sokkið nakað í pørtum av bleyta botninum.

Tískil eru út við 10 miljónir krónur meira enn ætlað brúktar til grót.

Nú trupulleikar í heyst so eisini tóku seg upp við slitnaðu akkersboltunum í pørtum av nýggju bryggjuni, hevur hesin parturin av arbeiðnum ligið stillur, meðan bíðað hevur verið eftir kanningum, og hvør skal bera kostnaðin av hesum.

Sum nevnt í grein á In.fo fyrr í kvøld hevur Betri Trygging enn ikki gjørt endaliga greitt, hvussu stóran part av skaðanum, tryggingin vil dekka. Talan er um eina arbeiðstakaratrygging, sum Tórshavnar kommuna heldur eigur at dekka skaðan.

Bogi Andreasen, vinnunevndarformaður og Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri.