Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki

Í morgin, 6. mars, verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

 

 

13 lið eru tilmeldaði  kappingina. Tey eru úr Fimleikafelagnum Støkk, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelganum Ljósinum.

Skráin í morgin er hendan:

Kl. 13.00 byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur.

Kl. 15.00  byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.

Kappingin verður stroymd á https://kvf.fo/live/2.

Fyri at halda koronatilmælini verður bert loyvt tveimum avvarðandi hjá hvørjum íðkara og venjara til hvørja kapping. Dyrnar lata upp 30 minuttir áðrenn kappingin byrjar. 

##med2##

Myndir: Haldur Suni Johansen