Seks av tíggju hava álit á løgregluni

Seks av tíggju spurdum hava álit á kanningararbeiðnum hjá norsku løgregluni í Hagen-málinum. Tað vísir ein nýggj spurnarkanning, sum Dagbladet hevur biðið um.

- Tað er ein avbjóðing fyri løgregluna, at tey ikki fingu Tom Hagen fongslaðan, heldur professari.

- Tað er ein avbjóðing fyri løgregluna, at tey ikki fingu Tom Hagen fongslaðan, heldur professari.

 

Líkt er til, at løgreglan, ið kannar gátuføra málið í samband við Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í 2018, hevur ein meiriluta av norska fólkinum aftan fyri seg. Tað vísir ein nýggj spurnarkanning, sum Ipsos hevur gjørt fyri Dagbladet. Kanningin vísir tó eisini, at júst í hesum máli er álitið á løgregluna heldur lakari, enn tað er á løgregluna annars.

1078 fólk eru spurd í kanningini, um tey hava álit á kanningararbeiðnum hjá løgregluni í Hagen-málinum. Av teimum spurdu, siga seks av hvørjum tíggju, at tey hava álit á kanningararbeiðnum.

Í neyvari tølum vísir kanningin, at 10 prosent av teimum spurdu hava ógvuliga stórt álit á tí arbeiði, sum løgreglan ger í málinum, og 50 prosent hava rímiliga stórt álit á løgregluni. 23 prosent siga seg hava lítið álit, og tvey prosent siga seg einki álit hava á løgregluni í Hagen-málinum. At enda eru tað 14 prosent, sum siga seg ikki vita.

Á hvørjum ári verður álitið á norsku løgregluna vigað, og í 2019 søgdu 79 prosent av teimum spurdu seg hava stórt ella hampiliga stórt álit á løgregluni sum heild. Hetta er tvey prosent meira enn í kanningini árið fyri. 

Dagbladet hevur spurt Helene O. I. Gundhus, sum er professari við stovnin fyri kriminologi og rættarsosiologi á Universitetinum í Oslo, og hon heldur, at álitið á løgregluni í Hagen-málinum sambært hesi kanning er hampiliga stórt, hóast tað er heldur minni enn álitið á løgregluna annars.

- Løgreglan hevur havt nakrar avbjóðingar í málinum, har tey eitt nú ikki fingu viðhald í varðhaldsfongslingini. Tískil kundu vit rokna við, at tølini, sum vísa álitið á løgregluna, vóru nakað minni, sigur Helene O. I. Gundhus við Dagbladet.

Hon vísir á, at álitið á stovnar sum eitt nú løgreglu vanliga er stórt í londum, sum hava vælvirkandi almennar skipanir, sum Noreg hevur. Hon heldur, at hjá teimum, sum hava verið í samband við løgregluna, hevur tað stóran týdning fyri álitið, hvussu hesi kenna seg móttikin og viðfarin. Tá fólk merkja, at løgreglan er rættvís, verður álitið eisini vanliga størri.

Dagbladet veit at siga, at síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum, hevur løgreglan havt avbjóðingar, sum ikki kenna sín líka í norskari - og ei heldur í altjóða kriminalsøgu. Miljarderurin og maður Anne-Elisabeth Hagen, Tom Hagen, er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, og løgreglan heldur, at málið er merkt av tilætlaðari villleiðing fyri at skava út yvir eitt dráp. 

Tom Hagen noktar seg sekan í skuldsetingunum og sigur seg einki hava við málið at gera, nú kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, hevur verið burtur í skjótt 21 mánaðir - uttan eitt einasta lívstekin. Tey trý vaksnu børnini hjá hjúnunum eru sannførd um, at pápin er ósekur og sjálvur eigur Tom Hagen fleiri systkin, sum heldur ikki duga at ímynda sær, at maðurin hevur nakað við hetta mál at gera.

 

 

- Tað er ein avbjóðing fyri løgregluna, at tey ikki fingu Tom Hagen fongslaðan, heldur professari.