Seks bilførarar skuldsettir fyri rúsdrekka- og rúsevniskoyring

Tríggir vóru ávirkaðir av rúsevnum og tríggir av rúsdrekka

Mynd: politi.dk

Mynd: politi.dk

Hóast tað hevur verið eitt friðarligt vikuskifti í náttarlívinum í nátt, so hevur løgreglan havt úr at gera við at steðgum bilum, har illgruni hevur verið um, at bilførarin hevur verið ávirkaður.

Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at seks bilførarar eru tiknir í nátt undir illgruna fyri rúsdrekka- og rúsevniskoyring. Tríggir bilførarar eru handtiknir í høvuðsstaðarøkinum, tveir í Norðoyggjum og ein á Sandi.

Av teimum seks bilførarunum vóru tríggir, ið vóru ávirkaðir av rúsdrekka, meðan hinir tríggir vóru ávirkaðir av rúsevnum.

Hóast tríggir bilførarar eru tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum, so kann tað væl vera, at tað eru fleiri dagar síðan, at teir fingu rúsin. Tað ger tó ongan mun, tí tað verður als ikki góðtikið, at bilførarar eru ávirkaðir av rúsevnum.

- Um tú hevur roykt hassj, hevur tú ikki lov at koyra. Har er ein nulltoleransa. Sagt verður, at um man hevur roykt hassj, fer tað ikki úr blóðnum fyrr enn upp til eina viku aftaná, meðan tað hjá rúsdrekka er millum 12 og 24 tímar, sigur vakthavandi.

Bíðað verður enn eftir úrslitunum av blóðroyndunum, ið staðfestir hvør revsingin verður. Fyri rúsdrekkakoyring er dømingin bólkað í trý. Ein promilla millum 0,2 til 0,5 verður revsað við bót og treytaði frádøming, Ein promilla millum 0,5 til 1,2 er frádøming av koyrikortinum í eitt ár og alt yvir 1,2 í promillu er trý ára frádøming.

Um man verður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum er talan um frádøming av koyrikortinum millum hálvt og eitt ár. 

Mynd: politi.dk