Seks fólk gingu seg føst í fjøllunum

Men tað gekk væl at fáa tey oman á slætt

Tað var her á Veðranesi, at tey gingu seg føst. Myndin er tikin av Stórutjørn norðan fyri Hósvík. Myndina tók Pól Sundskarð

Tað var her á Veðranesi, at tey gingu seg føst. Myndin er tikin av Stórutjørn norðan fyri Hósvík. Myndina tók Pól Sundskarð

Í gjárkvøldið mátti ein bóndi á Selatrað í fjøllini at hjálpa nøkrum fólkum, sum høvdu gingið seg í óføri.

Løgreglan sigur, at talan var um seks føroyingar, bæði vaksin og børn, sum vóru farin ein túr til gongu av Oyri til Selatraðar, men tey fingu seg føst uppi við Veðranes.

Tað var nakað seint, so tað fór skjótt at myrkjast, so tey ringdu til løgregluna klokkan 21.40 eftir hjálp. Løgreglan sigur, at tey fingufatur á bóndanum, sum fór teimum til hjálpar og tað gekk bæði skjótt og væl.

Fólkini vóru væl fyri og í góðum klæðum til ein gongutúr, sum hendan og ein knappan tíma aftan á, vóru tey komin oman aftur á slætt.

Tað var her á Veðranesi, at tey gingu seg føst. Myndin er tikin av Stórutjørn norðan fyri Hósvík. Myndina tók Pól Sundskarð