Seks milliónir Toyota hybridbilar

Heimsins størsti bilframleiðari Toyota hevur rundað 6 milliónir seldar hybridbilar.

Heimsins størsti bilframleiðari Toyota hevur rundað 6 milliónir seldar hybridbilar.

Toyota selja tilsamans 25 ymiskar hybridbilar í yvir 80 londum. Hybridbilarnir hjá Toyota hava bæði el – og bensinmotor og løða battaríini automatiskt upp undir koyring.

Prius var fyrsti hybridbilurin hjá Toyota, sum kom á marknaðin í 1997.