Seks nýggj feløg í farnu viku

Góða gongdin í føroyska búskapinum endurspeglast millum annað í, at tað hvørja viku er nógv virksemi at síggja í vinnuskránni.

Síðsta vika var einki undantak og vóru heili seks feløg sett á stovn. Nýggju feløgini virka millum annað innanfyri fiskivinnuna, ferðavinnuna og byggivinnuna.

Umframt at fleiri nýggj feløg blivu sett á stovn, eru eisini aðrar broytingar at síggja í vinnuskránni fyri farnu viku, harímillum broytingar í nevndum, hækkan av partapeningi og okkurt felag, ið er strikað.

Til ber at síggja allar broytingarnar í vinnuskránni við at trýsta á her.