Sekur: Fyrsta 266b mál í Føroya rætti

Maðurin, sum í farnu viku varð ákærdur  í Føroya rætti fyri brot á grein 226b, varð í dag dømdur at gjalda 10 dagbøtur á 300 krónur. Eisini skuldi hann gjalda sakarmálskostnaðin.

Maðurin varð dømdur fyri at hava úttalað seg niðrandi um muslimar á einari kafé í Havn í januar í fjør, har hann millum annað hevði sagt:

Eg hati allar muslimar, tit eru eitt lortafólk, ið bert vilja útnytta Danmark. Tit skuldu verið tveittir úr landinum.

 og

 Tit eru muslimar, og tit kunnu fara til helvitis. Tá vit einaferð drepa tykkum, so er eingin muslimur eftir.

 Hetta er fyrstu ferð, at eitt mál um brot á grein 266b hevur verið roynt í Føroya rætti.

 Málið snúði seg í stóran mun um, hvørt maðurin hevði úttalað seg um muslimar sum heild, ella um hann meinti við radikalar muslimar. Samstundis var tað eisini týðandi fyri málið, hvørt útsagnirnar vóru at rokna sum almennar, nú tilburðurin fór fram á einari kafé ein seinnapart.

Ákærin vísti í proseduruni á, at talan var heilt greitt um útsagnir á einum almennum stað, har fleiri áhoyrarar vóru. Ákærin segði, at umframt tey tvey vitnini og teir tveir órættaðu, ið dømdi maðurin hevði sitið saman við, var í minsta lagi eitt vitni aftrat og arbeiðsfólk til staðar í kaféini. Harumframt kundi væntast, at fólk kundu koma inn og út, tí talan var hóast alt um eitt alment matarstað.

Verjin vísti hinvegin á, at tað var ov trupult at lýsa hugtakið um "alment" í hesum samanhangi, og at tað var ikki tilætlað, at útsagnirnar skuldu fáa útbreiðslu til ein "videre kreds", sum orðingin í grein 266b sigur. Til hetta segði ákærin, at tað var ikki neyðugt at hugsa um, hvørt útsagnirnar fóru til ein "videre kreds", tí tað sambært revsilógini var nokk, at útsagnirnar vóru sagdar í einum almennum rúmi.

Verjin legði eisini áherðslu á, at konteksturin í útsagnunum hjá manninum var um radikalar muslimar og ikki muslimar sum heild.

Ákærin metti, at talan var um skerpandi umstøður, tá maðurin áhaldandi og ógvisliga hevði úttalað seg soleiðis, sum hann gjørdi, og at hann gavst ikki, tá onnur bóðu hann tiga. Ákærin helt tí, at við støði í líknandi rættarmálum í Danmark skuldi maðurin fáa 15 dagbøtur á 300 krónur.

Tá avtornaði, metti dómarin, at maðurin hevði umtalað muslimar sum heild á ein hóttandi ella niðrandi hátt, og at hetta var gjørt á almennum staði, har fleiri onnur tilvildarlig fólk vóru til staðar. Maðurin hevði tosað hart, segði dómarin, og av tí at talan var um eitt lítið høli, vóru útsagnirnar at meta sum almennar.

Maðurin varð sostatt dømdur 10 dagbøtur á 300 krónur.