Seldu 172 persónbilar færri í apríl

Koronakreppan sæst týðuliga í nýggjastu hagtølunum frá Akstovuni.

Samlaða skrásetingin av nýggjum akførum lækkaði við 22,34 prosentum í apríl í ár í mun til apríl í fjør. Talan er um afturgongd upp á 235 akfør fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør.
Sølan av persónbilum er lækkað mest í tali. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu seldir 554 nýggj akfør í mun til 795 sama tíðarskeið í fjør.

##med2##
Men hóast stóru afturgongdina, so er stór framgongd at síggja í skráseting av nýggjum bussum. Har er framgongdin 666,67 prosent. Orsøkin til tað er, at flotin hjá Bygdaleiðum er endurnýggjaður. Skrásettir eru 23 nýggir bussar fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til 3 sama tíðarskeið í fjør.

##med3##

Allur flotin hjá Bygdarleiðum er endurnýggjaður