Seming aftur klokkan 10

Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir fara á fund nú klokkan 10. Tey góðtóku ikki semingsuppskotið, sum tað er lagt fram. Semingsmaðurin skal nú tosa aftur við partarnar

 

Umboð fyri arbeiðarafeløgini, tá ið semja varð gjørd fyri tveimum árum síðani

Umboð fyri arbeiðarafeløgini, tá ið semja varð gjørd fyri tveimum árum síðani

Hvørki tey fimm arbeiðarafeløgini ella Føroya Arbeiðsgevarafelag siga seg kunna góðtaka semingsuppskotið til nýggjan sáttmála í verandi líki, og tí hava partarnir fingið longda freist at svara.

Tað segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við tíðindini hjá útvarpinum í gjárkvøldið.

Semingsmenninir løgdu semingsuppskot fyri partarnar í fyrrakvøldið, og tá varð avtalað, at arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir skuldu svara á middegi í gjár.

Men tað var av ongum, og nú verður semingsuppskotið gjøgnumgingið av nýggjum fyri at vita, um semja fæst.

Tað verður semingsstovnurin, sum ger av, nær semingin endar. Men so leingi, sum gongd er í, er eingin broyting, sigur Terje Sigurðsson.

Tá semingin byrjaði týsdagin, vórðu sáttmálarnir longdir til á midnátt í gjárkvøldið.

Umboð fyri arbeiðarafeløgini, tá ið semja varð gjørd fyri tveimum árum síðani