Semingsstovnurin boðsendur

Semingsstovnurin er boðsendur at fáa semju millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

23. oktober í fjør handaðu Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hvørjum øðrum krøv í samband við, at sáttmálin partanna millum gekk út hin 1. oktober 2019.

Síðan hava partarnir verið á átta fundum í eini roynd at gera semju um nýggjan sáttmála.

Ásannandi, at langt framvegis var millum partarnar, legði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á fundi fyrrapartin fram ynski um at fáa semingsstovnin uppí samráðingarnar, og tískil varð semingsstovnurin boðsendur.

Partarnir hittust á fundi hjá semingsstovninum klokkan 13  í dag, har tosað varð um, hvussu farast skal fram víðari, boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá í tíðindaskrivi.