Semingsuppskotið góðtikið

Bæði Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava góðtikið semingsuppskotið, ið varð lagt fram fyri partarnar

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

Terje Sigurdsson, semingsmaður, segði við Kringvarpið, at báðir partar hava góðtikið semingsuppskotið. 

Nýggi sáttmálin er ein tvey ára sáttmáli og er galdandi afturvirkandi frá 1. oktober 2019, skrivar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á heimasíðuni.

Fyrra árið fáa limirnir 750 kr. omaná lønina, og seinna árið hækka lønirnar við 2,25%.

Harumframt eru eisini aðrar ásetingar komnar við í semjuna, har ímillum nýtt endastig til heilsuhjálparar, vaktargjald fyri brotnar vaktir, hægri praktikvegleiðaraviðbót og at øll tímalønt nú hava rætt til eftirløn frá arbeiðsgevaranum.

Partarnir hava eisini gjørt avtalu um at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum hjá heilsu- og heimahjálparum, m.a. at kanna um grundarlag er fyri, at heilsu- og heimahjálparar kunnu verða settir í starv við hægri setanarbrøki/fullum setanarbrøki.

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur verið í samráðingum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið síðan 23. oktober 2019, har partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv í samband við at sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019.

21. februar í ár varð Semingsstovnurin boðsendur. Í gjár legði hann semingsuppskot fram fyri partarnar, og nú er greitt, at báðir partarnir hava góðtikið uppskotið.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn