Semja um ábøtur í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES

Í farnu viku vóru Føroyar vertur fyri fundi í nevndini millum føroyskar og ES myndugleikar um handil. Talan var um 18. felagsnevndarfundin síðani handilssáttmálin kom í gildi í 1998. Fundurin var mikudagin 9. oktober í býráðssalinum hjá Eysturkommunu í Norðragøtu, boðar uttanríks- og mentamálaráðið frá.

Felagsnevndin kom ásamt um  at gera tríggjar broytingar í handilssáttmálanum partanna millum. Talan er um fyrstu ítøkiligu handilsbroytingar í sáttmálanum við ES síðan 2007.

Brislingur, bæði lakaður og frystur, kemur nú á listan við vørum, sum Føroyar kunnu útflyta til ES uttan toll. Higartil hevur tollurin á brislingi verið upp í 13%.

Ásetingin um, at einans fiskafóður uttan gluten kann seljast tollfrítt til ES, verður nú strikað. Gluten er eitt vanligt tilsetingarevni at nýta í fiskafóðri, og tí hevur avmarkingin darvað útflutningsmøguleikarnar hjá Føroyum. Føroyar kunnu nú selja 20.000 tons av fiskafóðri tollfrítt til ES-marknaðin uttan aðrar avmarkingar.

Sum úrslit av samráðingunum hava Føroyar latið upp fyri møguleikanum, at seyðakjøt úr ES í avmarkaðum nøgdum kann innflytast tollfrítt til Føroya. Talan er um eina kvotu á 40 tons, sum eftir trý ár hækkar upp í 80 tons. Í fjør innfluttu Føroyar 36 tons av seyðakjøti úr ES.

Avgerðirnar skulu nú leggjast endaliga fyri føroyskum og ES myndugleikum. Vegna formligu mannagongdir í ES kervinum koma ætlaðu broytingarnar í sáttmálanum væntandi í gildi á vári 2020.

Samstarvið við ES krevur nútíðargerð
Skiftandi samgongur hava í longri tíð gjørt vart við, at verandi karmurin fyri handilssamstarv við ES er ov stirvin. Seinnu árini hevur handilsjavnin millum Føroyar og ES verið til stóran fyrimun fyri ES.

ES hevur at kalla frítt at innflyta allar vørur til Føroya uttan toll. Tollfríi útflutningurin hjá Føroyum til ES er hinvegin greinaður í einstøkum vørubólkum fyri seg á einum sokallaðum «postivum» lista. At samráðast um og samtykkja, at nýggjar vørur koma afturat listanum kann taka fleiri ár.

Ynski Føroya um eitt meira tíðarhóskandi samstarv við ES bæði á handils- og øðrum økjum varð tí eisini umrøddur á felagsnevndarfundinum. Semja var um, at samskiftið við ES um at menna samstarvið heldur fram við ymsar partar av ES kervinum komandi tíðina.

Felagsnevndin Føroyar-ES
Handilssáttmálin millum Føroyar og ES ásetur, at ein felagsnevnd skal hava eftirlit við,  hvussu fríhandilssáttmálin virkar. Felagsnevndin hittist regluliga at skifta orð um, hvussu sáttmálin virkar, og um onnur mál, sum hava samband við hann.

Felagsnevndin er mannað við embætisfólkum úr landsstýrinum og aðalstjórnini í ES fyri handil, vanliga nevnd DG Trade.