Avtalan við Ísland hin sama

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og íslendski starvsbróðir hansara, Sigurður Ingi Jóhannsson, eru í gjár komnir ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindini millum Føroyar og Ísland fyri 2015.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og íslendski starvsbróðir hansara, Sigurður Ingi Jóhannsson, eru í dag komnir ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindini millum Føroyar og Ísland fyri 2015.

 

Avtalan viðvíkjandi botnfiski verður tann sama sum fyri 2014. Á fundi í vár boðaði íslendski ráðharrin frá, at føroyska brosmukvotan skuldi skerjast úr 750 tonsum niður í 400 tons, samstundis sum toskakvotan fór upp úr 1.375 tonsum upp í 1.550 tons.

 

Frá føroyskari síðu varð tá og nú ført fram, at ætlaða avmarkingin fyri brosmufiskiskapin fór, saman við øðrum avmarkingum, at gera tað ógjørligt at gagnnýta føroysku botnfiskakvotuna sum heild.

 

Við atliti at hesum sjónarmiðinum varð í dag gjørd semja um at halda fram við somu avtalu um botnfiskiskap í 2015, sum hevur verið galdandi fyri 2014. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans, harav toskakvotan verður 1.375 tons og brosmukvotan 750 tons.

 

Føroyar hava seinastu árini fingið tillutað 5% av heildarkvotuni av lodnu, tó avmarkað til í mesta lagi 30.000 tons. Undir samráðingunum fyrr í ár vísti Ísland á, at stórar broytingar hava verið í lodnu­stovninum seinastu árini, og at óvissa tí er um útlitini tey komandi árini. Tí varð eftir ynski frá Íslandi tá avtalað, at spurningurin um føroyska fiskiskapin eftir lodnu vertíðina 2014/2015 skuldi viðgerast á fundi aftur innan ársskiftið.

 

Á fundinum í dag endurtók íslendski ráðharrin ynskið um at endurskoða ásetingina av føroysku lodnukvotuni, so atlit verða tikin at, at stovnurin er illa fyri, og íslendska kvotan tí er lítil.

 

Føroyar endurtóku sína misnøgd um, at Ísland setir treytir fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta sína kvotu – antin til framleiðslu til matna umborð ella til framleiðslu til matna aðrastaðni enn í Íslandi. Eftir føroyskum tykki er hetta eisini í stríð við Hoyvíkssáttmálan og semjur gjørdar í tí sambandi.

 

Partarnir samdust tó um at halda fram við tí skipan, sum hevur verið galdandi seinastu árini. Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2014/2015 verður 30.000 tons, um heildarkvotan verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni enn 500.000 tons, verður føroyska kvotan 5% av heildarkvotuni. Føroysk skip kunnu virka 2/3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1/3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu ¾ tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1/3 eftir 15. februar.

 

Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2015 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt 2.000 tons.

 

Semja var um at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.

 

Ráðharrarnir  umrøddu onnur mál av felags áhuga, m. a. strandarlandasamráðingarnar um makrel, norðhavssild, svartkjaft og kongafisk. Ráðharrarnir kunnaðu hvønn annan um støðuna hjá hvørjum landi hesum málum viðvíkjandi og umrøddu samráðingarnar serliga við atliti at, at tað ikki hevur verið gjørligt at gera strandar­landa­avtalur millum øll strandarlondini.

 

Eisini vórðu felags áhugamál viðvíkjandi skráseting og fráboðan av veiðu umrødd, og avtalað varð at styrkja samstarvið á hesum økinum.