Semjuskal um menningarsamstarv

Føroyar skulu í størri mun brúka vitan og førleikar í samstarvi við menningar- og smáoyggjalond

Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Fróðskaparsetrið hava undirskrivað semjuskal um menningarsamstarv.

Átøkini í semjuskalinum eru við til at røkka fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Serligur dentur verður lagdur á fjórða heimsmálið, sum er at tryggja øllum inkluderandi og rættvísa dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.

Menningarsamstarvið skal virka fyri útbúgving, gransking, vitanardeiling og átøkum, ið skulu breiða út vísindaliga vitan og serkunnleika í menningarlondum og smáoyggjaríkum.

- At vit í Føroyum fara út í heim at læra frá okkum verður vónandi áhaldandi til gagns fyri menningarlondini, samstundis sum vit fáa størri innlit í, hvussu menningarlond skipa síni viðurskifti, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, væntar sær eisini úrslit frá menningarsamstarvinum.
- Vitanardeilding og altjóða granskingarsamstarv gongur báðar vegir, og eg ivist ikki í, at hetta verður eitt virðismikið íkast hjá okkum, sigur hann.

 

Heimsmálini, sum semjuskjalið tekur støði í:

  1. Mál. Gera enda á fátækradømi í øllum sínum líki allastaðni.
  2. Mál. Gera enda á hungri, tryggja, at matur er tøkur, bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði
  3. Mál. Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.
  4. Mál. Tryggja inkluderandi og javnbjóðis dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.
  5. Mál. Fáa í lag javnstøðu millum kynini og virka fyri, at konufólk og gentur fáa meira mátt og myndugleika.
  6. Mál. Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

 Meira kann lesast um tey 17 heimsmálini hjá ST her.