Sendiharrin tvær ferðir í Føroyum í fáar vikur

Kinesiski sendiharrin, Feng Tie, sum var á fundi við løgmann, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana, 11. november, var eisini í Føroyum í oktobermánaði.

Tað sæst í innliti, sum vit hava fingið frá løgmansskrivstovuni. Í teldupostsamskifti við Løgmansskrivstovuna takkar umboð fyri kinesisku sendistovuna, Yang Xiaorong, um »heitu móttøkuna«, sum kinesiski sendiharrin hevði fingið á vitjan síni »í síðsta mánaði«. T. v. s., at kinesiski sendiharrin eisini vitjaði landsstýrið í oktobermánaði.

– Umboðini fyri landsstýrið og sendiharrin høvdu ein ógvuliga góðan fund. Har vóru spurningar reistir um handilsviðurskiftini millum Kina og Føroyar, og sendiharrin hevur nú fingið heimild til at koma við eini afturmelding. Hann ætlar sær til Føroya í næstu viku, hann verður í Føroyum frá 11. november. Hann vildi fegin fingið fund við løgmann, uttanríkisráðharran og fíggjarmálaráðharran, skrivar Yang Xiaorong frá kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn.

Tað er á hesum fundi, at tosað hevur verið um tey viðurskiftini, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í – men sum Vinnumálaráðið hevur kravt og fingið fútabann ímóti, tí, sum Løgmansskrivstovan sigur, Kringvarpið hevur gjørt upptøkur av órøttum.