Sendikona hjá Trump leggur trýst á Føroya Tele

Carla Sands, amerikanska sendikvinnan hjá Donald Trump í Danmark, heitir nú á Føroyar um at sleppa ætlanunum um at lata kinesiska Huawei útbyggja 5G netið í Føroyum

Carla Sands tók við sum sendikvinna í Danmark eftir at Donald Trump gjørdist forseti (Mynd: Álvur Haraldsen)

Carla Sands tók við sum sendikvinna í Danmark eftir at Donald Trump gjørdist forseti (Mynd: Álvur Haraldsen)

– Vit kunnu ikki stóla upp á Kina á nøkrum økjum. Sambært kinesiskari lóg skulu feløg halda tey krøv, sum kommunistiski flokkurin setur. Í eini 5G framtíð merkir tað, at Huawei-netverkið kann verða tvungið at lata kinesisku myndugleikunum allar upplýsingar.

Tað sigur Carla Sands, sum er amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, í eini tíðargrein í Berlingske Tidende.

Og hon er púra ivaleys í sínum pástandi:

– Í eini 5G framtíð merkir tað, at Huawei- og ZTE-netverkini kunnu verða tvungin til at lata kinesisku myndugleikunum alt, sum vit siga og gera online sum fer til kinesisku fregnartænastuna saman við myndum, fingramerkjum, hvar tú koyrir við tínum bili, hvat tú tosar við lækna tín um, og aktivitetirnar á tínum IoT (Internet of Things).

– Alt hetta verður gjørt uttan tína vitan ella samtykki. Hetta eiga demokratisk lond ikki at loyva, sigur Carla Sands.

Og sendikvinnan hjá Donald Trump forseta vendir sær beinleiðis til Føroyar og til Føroya Tele, sum hevur gjørt avtalu við Huawei um at byggja út 5G netið í Føroyum við hesi kinverku tøkni, sum amerikanarar og danir ræðast so illa:

– Eg taki undir við stóru donsku telefeløgunum, sum hava tikið avgerð um at brúka ikki-kinesiska tøkni til 5G, og eg heiti á Føroyar og Grønland um at hugsa um hesi viðurskiti, áðrenn avgerðin verður tikin, er beinleiðis boðskapurin hjá amerikonsku sendikvinnuni í Keypmannahavn.

Carla Sands tók við sum sendikvinna í Danmark eftir at Donald Trump gjørdist forseti (Mynd: Álvur Haraldsen)