Sending: 40 ár sum umboð fyri Toyota í Føroyum (FM1)

(FM1) Hoyr sendingina FM1 hevði beinleiðis frá Reyni Service í Hoyvík fyrrapartin í dag

Sámal av Reyni og Eivind av Reyni saman við Peturi Zacharissen, sum læt málning frá SelviZach Arts, ið Stella Zachariassen hevur málað sum gávu frá FM1

Sámal av Reyni og Eivind av Reyni saman við Peturi Zacharissen, sum læt málning frá SelviZach Arts, ið Stella Zachariassen hevur málað sum gávu frá FM1

##med2##

FM1 vitjaði Reyni Service fyrrapartin í dag, sum hátíðarheldur, at teir í 40 ár hava verið Toyota umboð í Føroyum. Reportari var Petur Zachariassen.

Prátað var við Sámal og Eivind av Reyni um søguna, og um Toyota í dag.

Tosað var við Høgna Háberg Hansen og Róa Snorrason, sølumann og søluleiðara hjá Reyni Service. Eisini fingu vit prát við Bjarna Reynagarð, sum hevur koyrt Toyota síðani 1987.

Heðin Hansen var eisini við til eitt prát. Halleluja-Sofus kom eisini á gátt. Sofus arbeiddi hjá Reyni Service í 80´unum og hevði onkra stuttliga søgu at fortelja. Eftir hetta prátaði Petur Zachariassen við Mariann Juul Petersen, sum hevur starvast hjá Reyni Service í 34 ár.

FM1 handaði Reyni Service ein málning frá SelviZach Arts, ið Stella Zachariassen hevur málað, sum kallast "Tú alfagra land mítt" í samband við, at Reyni Service hendan mánaðin letur gávubræv til Hotel Hilton Garden Inn og túr undir Vestmannabjørgini, sum ein liður í "ferðast í egnum landi" marknaðarføringini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina sum var á FM1 fyrrapartin.

 

 

Sámal av Reyni og Eivind av Reyni saman við Peturi Zacharissen, sum læt málning frá SelviZach Arts, ið Stella Zachariassen hevur málað sum gávu frá FM1

(Sending frá Reyni Service í Hoyvík gjørd í samband við, at Reyni Service hevur verið umboð fyri Toyota í Føroyum í 40 ár)