Sennøva takkaði fyri 50.000

Hon steðgaði eftir fyrsta drátt, tá hon hevði 50.000 skattafríar krónur í skjáttuni.

 

Tað var Sennøva Thomsen á Tvøroyri, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 1,8 miljónir krónur, sum hon valdi at deila millum teir tríggjar leyparnar við 600.000 krónum í hvørjum leypi.

Hon valdi tískil at binda um heilan fingur, soleiðis at spælið í kvøld ikki endaði á sama hátt sum seinasta fríggjakvøld, tá kvinnan í fyrsta drátti kom á ein av leypunum, har eingir pengar vóru í, tí hon hevði lagt allan høvuðsvinningin í tann eina leypin.

Men, tvørákonan í kvøld valdi eisini eftir fyrsta drátt at binda um heilan fingur. Tá hon snaraði gekka-hjólinum fyrstu ferð, steðgaði hjólið á 10.000 krónum. Kanska var hon eina lítla løtu í iva, men so samdust tey bæði, sum høvdu spælt í kvøld, um at steðga.

- Vit stoppa her, segði hon.

Sennøva Thomsen fekk hesar 10.000 krónurnar, sum faldað við fimm gav henni 50.000 skattafríar krónur. - Men, 50.000 krónur er í øllum førum eisini nógvir pengar, helt gekka-verturin fyri. Tað helt Sennøva Thomsen eisini og takkaði fyri.