»Serfrøðingarnir« hjá TV2 kenna ikki føroyska Merkið

Hóast tey skulu eitast at vita alt um politisk, búskaparlig og samfelagslig viðurskifti, so kenna tey ikki ein gong fløggini hjá londunum í kongaríkinum Danmark

Henrik Drusebjerg og Steen M. Andersen høvdu ikki hóming av, hvussu føroyska flaggið sær út

Henrik Drusebjerg og Steen M. Andersen høvdu ikki hóming av, hvussu føroyska flaggið sær út

Tað var í gjár, at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, setti fram spurningar til løgmálaráðharran danska um, hvat stjórnin heldur um og ætlar at gera við tað, at almennir stovnar í Danmark fyri triðju ferð flagga fyri ólavsøkuni skeivan dag.

Hetta fekk endurljóð og nógva umrøðu í donskum miðlum í dag.

– Seinnapartin var eg gestur í sendingini News & Co í TV2 News. Sum inngang til samrøðuna fingu tey trý fólkini í sjónvarpsstovuni pappír og hvør sína reyða og bláa tussj. Uppgávan var at tekna føroyska flaggið, greiðir Sjúrður Skaale frá.

##med2##

Tann fyrsti teknaði íslendska flaggið. Tann næsti nakað, ið minti um tað skotska. Tann triðja teknaði fyrst eitt ókent krossmerki - men ásannaði, at tað nokk var skeivt og skitsaði Merkið upp í síðstu løtu.

##med3##

– Tá mann hugsar um, at tað hevur kiksað við donsku ólavsøkuflaggingini tríggjar av fimm ferðum, so er 33% kanska ikki so heilt galið, heldur føroyski fólkatingsmaðurin um prestasjónina hjá serfrøðingunum hjá TV2.

##med4##

Tey trý klóku fólkini vóru Søs Marie Serup, sum er fyrrverandi ráðgevi hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen. Hon hevur seinnu árini virkað sum politiskur viðmerkjari fyri fleiri bløð og sjónvarpsstøðina TV2.

Hinir báði vóru Henrik Drusebjerg, sjefstrategur hjá Danske Bank, og Steen M. Andersen, stjóri hjá FCG Global Goals.

Henrik Drusebjerg og Steen M. Andersen høvdu ikki hóming av, hvussu føroyska flaggið sær út

Í síðsrtu løtu klárði fyrrverandi ráðgevin hjá Lars Løkke Rasmussen at skitsa føroyska flaggið.