Fløskurnar er ílatnar prýðiligar troyggjur við mynstrum úr bókini Føroysk Bindingarmynstur. Tað er Brynhild Petersen, ið hevur gjørt troyggjusniðið, og einar hundrað bindikonur hava bundið

Serligt heimabundið akvavitt í samband við Flaggsigling

Fyri at hátíðarhalda at tað í ár eru 100 ár síðan Merkið á fyrsta sinni varð borið alment fram á Sælandi í Danmark skipar Felagið Føroysk Træseglskip fyri Flaggsigling úr Føroyum til Danmarkar. Í hesum sambandi hevur DISM framleitt eina serliga, talmerkta útgávu av Havinum.

Fløskurnar er ílatnar prýðiligar troyggjur við mynstrum úr bókini Føroysk Bindingarmynstur. Tað er Brynhild Petersen, ið hevur gjørt troyggjusniðið, og einar hundrað bindikonur hava bundið

Løgurin hevur ligið í sjerritunnum í trettan mánaðir. Úrslitið av eldingini er eitt gylt akvavitt við rundum og søtligum sjerrismakki.

Talan er um avmarkaða útgávu. Einans 800 fløskur eru framleiddar. Fløskurnar er ílatnar prýðiligar troyggjur við mynstrum úr bókini Føroysk Bindingarmynstur. Tað er Brynhild Petersen, ið hevur gjørt troyggjusniðið, og einar hundrað bindikonur við tilknýti til føroysku træseglskipini hava valt lit og mynstur og hava bundið í vetur. Talan er um megnar arbeiði, tí hvør troyggja tekur fleiri tímar at binda.

Serliga útgávan fæst í Rúsunum kring landið og í tollfríu handlunum umborð á Norrönu og í Vága floghavn. Útgávan verður harumframt at fáa í Danmark í sambandi við tiltøkini, sum Felagið Føroysk Træseglskip skipar fyri í næstum.

Av hvørjari seldari fløsku fara 30 kr. til Felagið Føroysk Træseglskip.

Dism framleiðir frammanundan eisini Eldvatn, Lívsins Vatn, Havið og Barald.

Fløskurnar er ílatnar prýðiligar troyggjur við mynstrum úr bókini Føroysk Bindingarmynstur. Tað er Brynhild Petersen, ið hevur gjørt troyggjusniðið, og einar hundrað bindikonur hava bundið