Serstaka virðisløn landsins fær forlagið Leirkerið

Forlagið Leirkeri í Gøtu hjá brøðrunum Zacharias Zachariasen og Flóvin Tyril fekk triðju virðislønina í kvøld, Serstøku virðisløn landsins, sum er 50.000 krónur.

– Forlagið hevur síðani 1982 staðið fyri týdningarmiklum útgávum av andaligum tilfari, bókum og bløðum, segði Jenis av Rana, tá hann handaði Flóvin Tyril heiðurin.

Í áratíggju hevur forlagið staðið fyri bókaringi, stórum tali av talgildum sangum, sálmum og tónum. Teir hava yrkt, týtt og skrivað sálmar og sangir og bøkur, bæði fyri børn og vaksin, skipað fyri vælvirkandi nethandli.

– Teir hava birt uppundir og ríkað stóran og týðandi part av føroysku mentanini, sum trívist í kirkjum og samkomum, segði Jenis av Rana millum annað.