– Serstakliga væl nøgd við úrslitið

– Vit eru serstakliga væl nøgd við úrslitið, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik

BankNordik hevði 207 milliónir krónur í avlopi í fjør.
Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 mió. kr., og rakstrarúrslitið 289 mió. kr.
Avlopið fyri 2019 gjørdist 207 mió. kr., og av hesum ætlar bankin at gjalda íleggjarunum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti. Hetta svarar til 7 kr. fyri partabrævið.

– Virksemið hjá samtakinum royndist sum heild væl í 2019, og úrslitið gjørdist betri, enn vit upprunaliga væntaðu. Árið var m.a. merkt av nýggjum talgildum gjaldsloysnum, og harumframt fóru vit undir at bjóða privatkundum og vinnulívskundum nýggjar lánsmøguleikar til fígging av umhvørvisvinarligum íløgum og nýskapandi verkætlanum, sigur Árni Ellefsen.


Lurta eftir samrøðuni við Árna Ellefsen, sum var á FM1.