Seta benkur upp í kommununi

Ætlanin er at seta fleiri líknandi benkur upp í øllum bygdunum í Eysturkommunu.

 

 

 

Í Eysturkommunu eru tey nú farin at seta upp benkur við útsýni yvir bygdaløg og firðir. Tveir nýggir benkur eru soleiðis settir upp á Brekkum í Leirvík við frálíkum útsýni yvir allan fjørðin.

- Líknandi benkur eru eisini settir upp á Leirvíksvegnum, á innangarðsvegnum í Norðragøtu og úti við rættina í Syðrugøtu.

Í Eysturkommunu siga tey, at ætlanin er at seta fleiri líknandi benkur upp í øllum bygdunum í kommununi.

Tað er Árni Jacobsen, sum eigur viðheftu myndir, og á heimasíðuni hjá Eysturkommunu eru fleiri myndir, sum hann hevur tikið.

##med2##