Seta reglur úr gildi fyri at gera tað lættari

Nú øll gera sítt ítarsta fyri at basa korona, hava eru krøvini linkað á summum økjum fyri at gera tað lættari

Í hesum døgum verður eitt stórt arbeiðið lagt í at basa koronasmittuni og í tí sambandi hava bæði Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstova, linkað síni krøv til matstovur og arbeiðspláss av ymsum slagi.

Hetta verður gjørt fyri at gera mannagongdirnar smidligari hjá matstovum, virkjum og stovnum, sum royna at tálma smittuspjaðingini.

Í hesum sambandi hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælt til, at har tað ber til, skulu allar matstovur, fyribils leggja um til at verða út-við matstovur, tað sum ofta verður kallað take-away.

Annars er mannagongdin tann, at leggur ein matstova virksemið munandi um, skal boðast frá tí til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum so skal góðkenna tað.

Men sum støðan er í løtuni, sleppa matstovur, sum leggja um til út-við matstovur, frá at boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá hesum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hetta er fyri at gera tað smidligari at leggja um.

Tó eru krøvini til matvørutrygdina ikki linkað og halda matstovurnar fram við út-við veitingunum aftan á koronakreppuna, skulu tær aftur fylgja vanligum mannagongdum og boða frá tí.

Somuleiðis hevur Arbeiðseftirlitið boðað frá, at fyribils kunnu virki og stovnar eisini víkja frá krøvunum um hvílitíðir til koronakreppan er av.

Her hugsa tey um starvsfólk á sjúkrahúsum og samdøgursstovnum, men tey hugsa eisini um heimarøktina og tilbúgvingina,

Krøvini eru, at starvsfólk skulu hava eina hvílitíð upp á minst 11 samanhangandi tímar, men tað kravið verður nú linkað, men hvílitíðin skal kortini vera minst átta samanhangandi tímar, sigur Arbeiðseftirlitið. 
Harumframt ber nú eisini til at víkja frá regluligum arbeiði sunnudagar og halgidagar, um so er, at hetta er avgerandi neyðugt fyri at kunna røkja arbeiðið.

Hetta frávikið kann eisini vera galdandi fyri tær fyritøkur, ið skulu útvega matvøruhandlum vøru 
Men Arbeiðseftirlitið leggur kortini dent á, at arbeiðið skal verða útint á ein tryggan hátt, eisini í støðuni, vit nú eru í.

Tey siga eisini, at starvsfólk, sum skulu avspáka fyri mista frítíð orsakað av regluligum sunnudagsarbeiði, hava rætt til aðra samanhangandi frítíð.