Seta treytir fyri at útlendingar skulu sleppa at búgva í Føroyum

Nú verða strangari krøv sett til teir útlendingar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

 

Nú skulu strangari treytir setast til teir útlendingar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum, og tað fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um í næstum.

Tað koma rættiliga nógv fremmand fólk til Føroya, bæði í arbeiðsørindum og tí tey fáa føroyskan maka, og nógv av teimu verða verandi her. Men tað er ikki altíð tað gongur so lætt hjá teimum at verða integrerað í føroyska samfelagnum, og tað elvir til trupulleikar.

– Vit síggja, at útlendingar eru yvirumboðaðir í hagtølunum hjá barnaverndini og Kvinnuhúsinum, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur at tískil er tað neyðugt at taka stig til at hjálpa teimum at felka nátúrliga inn í tað føroyska samfelagið.

– Tað ljóðar kanska so negativt at siga, at vit seta teimum krøv, men endamálið er at hjálpa teimum at verða ein nátúrligan part av føroyska samfelagnum, sigur Helgi Abrahamsen.

Tí verður tað nú ein treyt, at teir útlendingar, sum vilja hava varandi uppilhaldsloyvi, skulu duga føroyskt, og tí skulu tey lúka skeið í føroyskum, og í føroyskari mentan, og føroyskum samfelagsviðurskiftum annars.

Ein partur av hesum verður eisini at kunna tey um, hvørjar skyldur, borgarar í Føroyum hava, og, hvørji rættindi vit hava, eisini tá ið tað ikki gongur eftir vild.

– Hetta er fyri at hjálpa teimum at fella inn í føroyska samfelagið og at gera tað lættari hjá teimum, sigur, Helgi Abrahamsen.

Men hann vísir á, at her er talan um vanligar tilflytarar og ikki um flóttafólk, tí tað er eitt heilt annað mál.