Sethúsprísirnir kring landið eru enn á veg til himmals

Prísirnir á sethúsum smábygd hækka mest, men afturfyri er tað bíligari at keypa íbúð

Prísirnir á sethúsum hækka framvegis, men nú er tað ikki í Havn, at teir hækka mest

Prísirnir á sethúsum hækka framvegis, men nú er tað ikki í Havn, at teir hækka mest

Sethúsaprísirnir í Føroyum eru hækkaðir ómetaliga nógv seinastu árini - og teir eru enn á veg til himmals.

Tað vísir Føroya Váðaráð á, nú tey hava havt fund um støðuna í Føroyum.

Tað vanliga hevur verið, at tað eru prísirnir í Havnini, sum hækka mest, men tað hevur ikki verið støðan hetta seinasta árið, ella so. Tvørtur ímóti eru tað sethúsprísirnir á smábygd, sum eru hækkaðir mest.

Váðaráðið sigur, at í Havnini eru sethúsaprísirnir hækkaðir 14 prosent tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Samstundis eru sethúsaprísirnir í størri bygdunum hækkaðir 10 prosent tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, men á smábygd eru teir hækkaðir heili 30 prosent.

Hinvegin er tað vorðið sjey prosent bíligari at keypa íbúð í Havn hesar tríggjar ársfjórðingar í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør.

Prísirnir á sethúsum hækka framvegis, men nú er tað ikki í Havn, at teir hækka mest