Setti trygdina hjá arbeiðsfólkinum í vanda

Ein bilførari fekk bót fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin í nátt

Ein bilførari fær nú bót fyri at hava sett trygdina hjá arbeiðsfólki í Norðoyatunlinum í vanda. Tey eru farin at asfaltera í tunlinum og í hesum sambandi er tunnilin stongdur frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan seks á morgni.

Fyri at vísa, at tunnilin er stongdur, er bummur við reyðum ljósum fyri. Tað er fyri at forða fyri, at bilar koyra ígjøgnum tunnilin ímeðan arbeitt verður.

Men tað legði ein bilførari lítið í í nátt, tí hann fór ígjøgnum og koyrdi sum einki framvið arbeiðsfólkunum í tunlinum. Ringt varð til løgregluna, so tey stóðu fyri honum og tóku hann.

Løgreglan sigur, at hann fær bót fyri ikki at virða ferðsluforðingina, og fyri at hava sett trygdina hjá arbeiðsfólkunum í vanda.