Sev hevur dýrasta streym í Evropa til vinnulívið

Og tað má halda upp at og tað mugu politikararnir syrgja fyri, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tað er ongastaðni í Evropa, at vinnuvirki hava so dýran streym sum í Føroyum. Tað er úrslitið av eini kanning, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at munurin í elprísinum í Føroyum og í øðrum londum, er munandi øktur síðani 2011.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at hetta er galdandi fyri tær stóru og tær miðal stóru fyritøkurnar.

Hjá teimum smærru virkjunum, er streymurin í Føroyum millum tann dýrasta í Evropa.

Her hava tey bara talt tað við, sum elfeløgini selja streymin fyri, og avgjøld av ymsum slagi, eru sostatt ikki tald við.

– Hetta ger føroyskar ídnaðarfyritøkur minni kappingarførar, og ger tað minni lokkandi at framleiða at virka vørur í Føroyum sigur felagið.

Tí heldur Arbeiðsgevarafelagið, at nú mugu landsmyndugleikarnir leggja eina ætlan fyri, hvussu elframleiðslan kann skipast, so at prísurin lækkar við tí endamáli at minka um munin á føroyskum vinnulívi, og vinnulívinum í øðrum londum.

Sev sigur, at síðani 2011 er munurin á prísinum, vinnuvirki í Føroyum og vinnuvirki í útlondum rinda fyri streymum, alsamt øktur.

– Verður gongdin í Føroyum samanborin við Ísland, Noreg Danmark, sum eisini hava ein fiskiídnað, hevur gongdin verið serstakliga vánalig fyri føroysku virkini, tí prísmunurin er nógv øktur seinastu árini, sigur felagið.

 ##med2##

Tey siga, at tann høgi streymprísurin í Føroyum kann vera avgerandi fyri, hvørja framleiðslu tað loysir seg at fara undir í Føroyum.

Er talan um orkukrevjandi framleiðslu, og ein føroysk fyritøka skal rinda 3-4 ferðir so høgan elprís sum eitt tilsvarandi virki ger aðrastaðni, er tað ikki serliga sannlíkt, at framleiðslan í Føroyum er kappingarfør.

– Harumframt ger hækkandi elprísurin tað minni lokkandi hjá ídnaðarfyritøkum at leggja um til elriknar nýtsluskipanir, sum er ein fortreyt fyri grønu umleggingini, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Tey vísa á, at samstundis sum elprísurin er hækkaður, hevur yvirskotið hjá SEV verið 76 milliónir í miðal um árið hesi seinastu fimm árini frá 2014 – 2018. Og tað hevur Sev selt streym fyri góðar 400 milliónir um árið.

 Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hendan gongdin kann ikki halda fram og tí heitir felagið á landsmyndugleikarnir um at leggja eina ætlan fyri, hvussu broyting kann koma.

Her sæst, hvat tey stóru virkini í Føroyum rinda fyri streymin aftur ímóti virkjum í øðrum londum