Sev hevur gjørt minni av grønari orku í ár enn í fjør

Sveiggj eru púra nátúrligt - men september mánaði hevur roynst væl

Myndina eigur SEV og hon er av verkinum á Strond

Myndina eigur SEV og hon er av verkinum á Strond

Tað regnaði illa í september, og hóast tað er ein plága hjá nógvum, kemur tað væl við í SEV. Tað nógva regnið merkti nevniliga, at 50,1 prosent av streyminum, SEV gjørdi í september, var úr vatni og vindi. Meiri enn tvær ferðir so nógv av orkuni var gjørd úr vatni enn úr vindi.

Í september í fjør var grøn orka 46,2 prosent av orkuframleiðsluni, og sostatt varð væl meiri grøn orka gjørd í september í ár, enn í fjør.

Góðu tølini fyri september eru tó ikki galdandi fyri árið sum heild. Higartil í ár hevur býtið ímillum varandi orku og olju verið ávikavist 38 prosent og 62 prosent av allari orkuni. Býtið millum vatn og vind hevur verið soleiðis, at 24 prosent av orkuni vóru vatnorka og 14 prosent vóru vindorka.

– Serliga er tað vindorkan, sum er minkað nógv í ár aftur ímóti í fjør. Annars hevur SEV ongantíð fingið so nógva vindorku sum í fjør. Í ár hevur vindorkan sostatt verið góð 14 prosent minni enn í førð og vatnorkan hevur verið trý prosent minni.

 – Varandi orkukeldur er óstøðugar, og tí er natúrligt, at úrtøkan sveiggjar frá ári til ár,  sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri elframleiðsluna hjá SEV.

Men hetta er ikki einasta orsøkin til, at vindorkan er so nógv minkað í ár. Ólag hevur nevniliga verið á tveimum myllum í Neshaga og serliga tók tað eina brekið langa tíð at umvæla - og tað sæst aftur í  framleiðsluni.

Annars veksur eftirspurningurin eftir streymi støðugt, og higartil í ár er elframleiðslan 10 prosent hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Higartil í ár eru 277 GWt av orku framleiddar, aftur ímóti 252 GWt í sama tíðarskeiði í fjør.

Til samanberingar kann sigast, at fyri 10 árum var framleiðslan 201 GWt frá januar til oktober, og fyri 20 árum síðani var talið 146 GWt. Sostatt er orkuframleiðslan næstan tvífaldað hesi seinastu 20 árini.

Myndina eigur SEV og hon er av verkinum á Strond